
Frá vinstru: Zelko Jotic, málmansvenjari, Flemming Raben, venjari, Eirikur Magnussen, liðleiðari, Palli Joensen, venjari og Sigrun Mikkelsen, venjari: (Mynd Vagnur)
Gongur minni gott hjá liði, má okkurt gerast. Neistakvinnur komu av ymsum orsøkum í aldurdal fyri FM-finalurnar, har liðið fyrst tapti fyri Kyndli, tær vunnu bara við einum máli á heimavølli á VB og síðani tapti fyri StÍF á Skála. Knappliga hoyrdist, at Palli Joensen var givin sum neistavenjari. Nógvar gitingar, hví høvuðsvenjarin hjá neistakvinnum var farin til hús. Frá Neistanum hevur mest sum verið tøgn um málið, og Palli sjálvur segði, at hann kom við viðmerking eftir FM-finalurnar. Eg kendi orsøkinia frá fyrsta degi, men havi einki skrivað. Helt, at málið var so mikið lítið, og at tað bara órógvaði FM-finalurnar, og at fólk fóru at vevja í málinum. Málið um venjaran Palla Joensen er ógvuliga einfalt.
Neistakvinnur stóðu seg ikki væl seinastu dystirnar fyri FM-finalurnar. Tær taptu fyri Kyndli, vunnu tepurt á VB á heimavølli, og tær taptu fyri StÍF á Skála. Ein orsøk var, at spælari var skaddur, men tað sýntist eisini, sum ikki rætti stríðsandin var á liðnum. Palli var høvuðsvenjari og Flemming Raben hjálparvenjari. Partur av leiðsluni hjá kvinnunum og nakrir spælarar hildu, at liðið átti roynt at latið Flemming skift út í FM-finalunum ella í hvørfall fyrsta dystin.
Palli var sjálvandi keddur um avgerðina og gjørdi av at fara sum venjari. Sigrun Mikkelsen var slett ikki inni í myndina, og hon segði sjálv langt fyri FM-finalurnar, at hon ætlaði sær ikki á síðulinjuna, sjálvt um boð vóru eftir henni. Men nú var Palli knappliga farin, og tá Sigrun varð spurd enn einaferð, vildi hon geva neistakvinnum hjálpandi hond.
Við vilja havi eg ikki tosað við Palla sjálvan, men bara við persón í leiðsluni hjá neistakvinnum. Palli er góður við neistakvinnur, og tað vísti hann í FM-finalunum, har hann sat millum neistafólk í bláum búna. “Góður ítróttaandi Palli”, má eg siga. Við hesum vildi Palli vísa neistakvinnum, at hann framvegis stuðlaði kvinnunum 100%. Mín “teori” er, at tá Palli merkti, at fólk vildu broytingar, so vildi hann ikki vera forðingin. Best var at fara, so neistakvinnur fingu frið fyri FM-finalurnar. Betri at hann ikki var á síðulinjuni, tá nú Flemming skuldi skifta út. (skrivað eftir fyrra FM-finaludystin)
Hoyrdi Palla í Rás 2
Nú eru finalurnar spældar, og neistakvinnur vunnu FM-heitið. Palli var við allan vegin sum áskoðari í bláari troyggju. Í hálvleikinum prátaði Rás 2 við Palla, og tá kom hann við eini grundgeving, hví hann fór sum venjari. Hann fór sum venjari, tí hann var “degraderaður”. Hann nevndi, at tað var partur í kvinnubólkinum, sum tók hesa avgerð og ikki nevndin í Neistanum ella allur kvinnubólkurin.
Vit, sum kenna mannagongdirnar í Neistanum, vita, at í hesum førinum hevur kvinnubólkurin, sum telur fýra fólk, evstu ábyrgd og leiðsluna á neistakvinnum. Tey útvega útlendska styrk um neyðugt, og tey standa eisini fyri tí fíggjarliga.Tey útvega pening, so hongur saman fíggjarliga hjá neistakvinnum. Frálík orð frá Palla í Rás 2, og frálíkt, at hann var við til tað seinasta. Men eg skilji ikki, at Palle tók avgerð at fara, tá hann sigur við Rás 2, at samstarvið við Flemming Raben var fyrimyndarligt.
Eg vil hervið takka Palla fyri, at hann veruliga vísti, at hann er góður við neistakvinnur, og hann inniliga ynskti, at liðið vann FM-heitið. Eg vil siga tað soleiðis, at vit øll neistafólk vunnu FM-heitið 2015 eisini Palli Joensen. Eisini “flot” av Palla at koma við á myndina bæði liðmyndina og myndina av venjarunum. Palli, tú er nógv virdur millum neistafólk, tað skalt tú vita. Hjartaliga til lukku við FM-heitinum. Meira um neistakvinnur seinni. (Vagnur)
